Í seinastu heilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum yvir heilsustøðuna hjá føroyingum verður staðfest, at umleið fimti hvør føroyingur roykir dagliga.
Av teimum 2197 føroyingum, ið svaraðu spurnablaðnum hjá ráðnum, svaraðu 19,1 prosent, at tey roykja dagliga.
Lutfalsliga eru tað eins nógvir menn sum kvinnur, ið roykja dagliga, og er tað serliga í aldursbólkinum 25-34 ár, at flest dagligir roykjarar eru.
Kanningin vísir tó eisini, at 70 prosent av teimum, ið roykja dagliga, ynskja at leggja av, umframt at 31,6 prosent av teimum spurdu, eru hildin uppat at roykja.
Í kanningini eru dagligir roykjarar tey, sum roykja sigarettir, seruttir, sigarir og/ella pípu hvønn dag.
Í frágreiðingini vísir Fólkaheilsuráðið á, at roykjarar eru í størri vanda fyri at fáa fleiri sjúkur, millum annað krabbamein, æðrakálking og lungnasjúkur, enn tey, ið ikki roykja. Mett verður, at roykjarar liva í miðal fimm ár styttri í mun til tey, ið ongantíð hava roykt.

Fimti hvør føroyingur roykir dagliga
















