Innflytarar og eftirkomarar hjá innflytarum gerast ein støðugt størri partur av tí svenska fólkinum. Blaðið Dagens Nyheter, sum hevur kannað hagtølini, skrivar, at av teimum 9,4 milliónunum, sum búgva í Svøríki í dag, eru 14,7 prosent fødd í øðrum landi. Fyri 60 árum síðani vóru bara eitt prosent av fólkinum borin í heim uttanlands, og fyri 30 árum síðani vóru tað 6,7 prosent.
Kanningin hjá blaðnum vísir, at í dag hava 20 prosent av fólkinum í Svøríki innflytarablóð í æðrunum. Í Danmark er tað tilsvarandi talið 9,8 prosent.
Innflytaramynstrið í Svøríki er nógv broytt ígjøgnum árini. Tann fyrsta stóra bylgjan vóru suðurevropear, sum komu til Svøríkis at arbeiða. Seinni komu flóttafólkini. Tølini hjá Dagens Nyheter vísa, at innflytarar koma framvegis til Svøríkis at arbeiða, men at talið á flóttafólki er minkað tey seinastu fimm árini.