Fimti dysturin er í kvøld

Seinasti dysturin hetta umfarið av Vodafone-deildini er í Sarpugerði í kvøld, har Víkingur tekur ímóti EB/Streymi. Bæði liðini teljast millum teirra, sum vilja vera við heilt frammi í oddinum í ár, men við ávíkavist sjey og seks stigum eru ráðini ikki til at missa so øgiliga nógv afturat. Tí er lítil ivi um, at talan verður um tvey lið, sum vilja geva nógv fyri at ogna sær stigini í kvøld, og tað plagar vanliga at borga fyri góðum undirhaldi.