- Tað hevur verið eitt sindur strævi í summar. Vit fingu hølini so seint, at vit hava nýtt meginpartin av summarfrítíðini til at rigga til, sigur Sharon Weiss, skúlaleiðari.
Hølini, hon sipar til, er gamli barnagarðurin á Velbastað, sum var best egnaða staðið í kommununi.
- Hølini og staðið skuldu lúka nakrar treytir, sum vit gingu høgt upp í. Fyri tað fyrsta skuldi plássið inni vera nøktandi, fyri tað næsta skuldi tað vera trygt hjá foreldrunum at koma við børnunum og heinta tey aftur, uttanumhvørvið skuldi somuleiðis lúka nakrar treytir, og at enda løgdu vit dent á, at økið var nær haganum, tí vit leggja stóran dent á at ferðast úti í náttúruni, sigur Sharon Weiss.
Og í so máta var gamli barnagarðurin á Velbastað einasta egnaða plássið.
Tey hava so mála og bøtt um og broytt hølini, so tey nøkta innitørvin. Dentur er lagdur á »open-space« konseptið, men møguleiki er eisini fyri smærri undirvísingarhølum.
- Foreldrini hava gjørt eitt risaarbeiði at fáa hølini klár til dagin í dag, og børnini hava eisini hjálpt til, greiðir skúlaleiðarin frá.
Á skúlanum starvast umframt Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard eisini Kári Sverrisson, ið virkar sum ein samanrenning av praktikanti og undirvísara.
Meiri verður at frætta um skúlan í blaðnum í morgin.