Fimta pláss til Heidi

Hóast hon í innleiðandi kappingini var tann av svimjarunum, sum hevði triðju bestu tíðina, so eydnaðist tað ikki Heidi Andreasen at vinna heiðursmerki, tá finalan í 100 metra frísvimjing var á skránni mánakvøldið.
Í eini sera spennandi finalu, kom Heidi á mál sum nummar fimm, men munurin upp til triðja plássið var einans 0,45 sekund.
Gullmerkið vann Jessica Long við tíðini 1.09,67. Tíðin hjá Heidi var 1.12,74
Næsta kappingin hjá Heidi verður hósdagin, tá hon fer at royna seg í 200 metra blandaðari svimjing