Fimta JólaRákið

Fimta árið á rað gevur Sosialurin JólaRákið út.

Sum vanligt er tað á tremur við áhugaverdum samrøðum, reportasjum og tippum, og sjálvsagt eru stovurnar eisini við.

Les til dømis samrøðuna við Elin í Stórustovu, sum er ein undangangskvinna, tá tað kemur til at tosa um kynslív. Um Barbaru Holm, sum hevur roynt eina øðrvísi viðgerð at tapa seg. Um jólabøkur, jólamat, jólagávur, jólahýr og jólaynski...

Vit á Rákinum ynskja øllum eini gleðilig jól, og vit taka hattin av fyri teimum, sum gera ein insats fyri, at øll - eisini tey, ið ikki hava so góðar fíggjarligar umstøður - fáa eini góð og gleðilig jól.

P.s. Set teg nú til rættis vid einum góðum temunni, einari smákaku afturvið og njót blaðið! Góðan lesihug!


Vit, sum hava gjørt blaðið, eru:

Inna Törnroos

Rigmor Dam

Eydna Skaale

Barbara Holm

Snorri Brend


Lýsingar

Regin

Elin