Fimta hvør króna, sum Tjóðveldi tjenar sambært ársroknskapinum, er danskur ríkisstuðul.
Tað vísir ein gjøgnumgongd av roknskapunum hjá Tjóðveldi árini 2007 til 2014. Hesi árini hevur Tjóðveldi í Føroyum fingið 1.099.033 krónur sum stuðul frá danska statskassanum. Inntøkurnar hjá flokkinum tilsamans hesi árini vóru 5.667.244 krónur.
Ár | Fólkatingsstuðul | Inntøkur tils. | Danskur stuðul |
2007 | 155.950 kr | 752.818 kr | 20,72% |
2008 | 150.614 kr | 789.645 kr | 19,07% |
2009 | 154.999 kr | 799.863 kr | 19,38% |
2010 | 160.848 kr | 803.712 kr | 20,01% |
2011 | 163.772 kr | 752.713 kr | 21,76% |
2012 | 115.855 kr | 546.039 kr | 21,22% |
2013 | 75.145 kr | 485.328 kr | 15,48% |
2014 | 121.850 kr | 737.126 kr | 16,53% |
|
|
|
|
Danskur stuðul í % í miðal: |
| 19,3% |
Allir flokkar í Føroyum, sum stilla upp til fólkatingsval, fáa stuðul frá danska ríkinum –blokkstuðul kunnu vit kanska speiskliga kalla tað. Fyri hvørja atkvøðu, sum flokkarnir fáa, rindar danski staturin 30 krónur og 50 oyru. Men treytin er, at flokkarnir fáa í minsta lagi 1.000 atkvøður.
Tað eru bara fýra flokkar í Føroyum sum klára tað so at siga hvørja ferð: Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Hesir flokkar fáa so – væl at merkja um teir skriva ein umsókn til danska statin – hendan stuðul útgoldnan.
Hetta eru pengar, sum flokkarnir í Føroyum fáa. Teir flokkar, sum vinna teir báðar fólkatingsessirnar fáa nógv meira – fleiri ferðir hesa upphædd. Men teir pengarnir telja ikki við í roknsapunum hjá føroysku flokkunum. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi (sum vórðu valdir á seinasta fólkatingsvali) eru í so máta tveir aðrir flokkar við sínum egna roknskapi.
Tað er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, sum nú hevur fingið hetta málið fram í ljósið. Hann hevur sett fram ein fyrispurning til ríkisumboðsmannin um at greiða løgtinginum frá, hvussu nógvan ríkisstuðul føroysku flokkarnir hava fingið síðani 1998.
Kári P. Højgaard segði við Rás2, at hann helt tað vera løgið, at flokkar, sum finnast at blokkstuðlinum til Føroya, og sum halda hann vera skaðiligan fyri føroyska búskapin, kortini glaðbeintir søkja um blokkstuðul til sín egna flokk og spyr, hví tann ríkisstuðulin ikki eisini er skaðiligur.
Sum so er Tjóðveldi ikki øðrvísi enn Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sum eisini á hvørjum ári søkja um hendan stuðul úr Danmark. Men tað er serliga Tjóðveldi, sum førir fram, at ríkisstuðulin til føroyska búskapin er so skaðiligur. Og kortini søkir Tjóðveldi á hvørjum ári um ríkisstuðul til at reka sítt egna politiska virksemi í Føroyum.
Í 2016 verður ríkisstuðulin til føroysku flokkarnar hesin:
Tjóðveldi | 174.765 kr |
Javnaðarflokkurin | 172.813 kr |
Sambandsflokkurin | 167.750 kr |
Fólkaflokkurin | 133.224 kr |