Hóast Neistin er felagið, sum hevur vunnið kvinnufinaluna flestu ferðirnar, so er Stjørnan nógv heitasta navnið í føroyskum kvinnuhondbólti í dag.
Klokkan 13.30 fara klaksvíkarkvinnurnar undir sína fimtu FM-finalu á rað, og fýra av hesum hava tær vunnið.
Hetta fær tó ikki spælararnar hjá Stjørnuni at taka sær av løttum.
- Eg meti ikki, at tað fer at gerast ein lættur dystur hjá okkum, og eg vænti at Kyndil fer at reisa seg til umstøðurnar.
- Tað fer óivað at vera eitt heilt annað Kyndilslið, vit fara at møta leygardagin, men líkamikið hvat, so skulu vit vinna dystin, og eg eri sannførd um at raka vit dagin, so vinna vit steypið til Klaksvíkar, sigur Bára S. Klakstein, sum spælir við Stjørnuni.
Og Randi S. Wardum hjá Kyndli staðfestir eisini, at tær ætla sær at geva alt í dystinum.
- Vit eru allar klárar, spentar og topptunaðar til dystin, og vit trúgva at tað letur seg gera hjá okkum at koppa klaksvíkskvinnunum, sigur hon í samrøðu við Sosialin.
Hjá Kyndli er talan um fyrstu finaluna hjá liðnum síðani ár 2000. Tá vunnu tær ein sera spennandi dyst móti VB.