Fimta eykajáttanin

Eykajáttanaruppskotið, sum verður lagt fyri tingið í dag, er tað fimta í ár

Í hesum fimta eykjáttanaruppskotinum frá Fíggjarmálastýrinum í ár hækka rakstrarútreiðslurnar við 2,6 milliónum krónum. Harafturat inniheldur uppskotið flytingar millum konti í Fíggjarlógini, ið ikki hækka um útreiðslur landskassans.

Størsta meirjáttanin er til Strandfaraskip Landsins. Til hesa konto verður biðið um eina meirjáttan á 3,7 milliónir. Orsøkirnar til meirjáttanina eru fleiri. Millum annað hevði SL inntøkumiss av verkfallinum í vár, eisini krevur lønarhækkingin pening og somuleiðis ár 2000 trupulleikar.

Hóast biðið verður um 3,7 mió. í meirjáttan, merkir hetta ikki, at rakstrarútreiðslur landskassans hækka samsvarandi, tí 880.000 krónur skulu takast av kontoini hjá útflutningsráðnum, ið ikki hevur havt eins stórt virksemi, sum ætlað.

Eykjáttanaruppskotið umfatar eisini pening til Undirvísingar- og Mentamálastýrið og til Almanna- og Heilsumálastýrið.