Tað er stutt millum posthúsini í Føroyum. Alt ov stutt, heldur stjórin á Postverki Føroya, Bergur í Garði, ið gjarna vildi sloppið at snara lyklinum um á meginpartinum av posthúsunum í landinum.
Veruligi tørvurin á posthúsum er sambært stjóranum ikki meira enn millum tólv og fimtan deildir.
Í dag eru eini 40 posthús í landinum, og postverkstjórin tosar soleiðis um at lata eini 25 posthús aftur.
Orsøkin til, at hetta ikki longu er gjørt, er at ásett er við lóg hvar í landinum posthúsini skulu liggja. Tískil skal ein umlegging av Postverkinum til, áðrenn posthúsini á smáplássunum kunnu niðurleggjast
Og tað hendir ikki tey komandi árini, nú sitandi landsstýrið hevur gjørt semju um ikki at broyta bygnaðin á Postverki Føroya komandi trý árini.
Hetta nívir postverkstjóran.
? Talið á posthúsum forðar okkum beinleiðis í at veita ta tænastu, sum viðskiftafólk okkara ynskja. Posthúsini eru dýr at reka, og tá tað ikki ber til at lata tey aftur, hava vit ístaðin verið noydd at skorið so nógv í upplatingartíðunum, at summa staðni er bara postavgreiðsla í ein tíma um dagin. Og tað er ikki ein nøktandi tænasta at bjóða viðskiftafólkunum, sigur Bergur í Garði.
Handlar veita posttænastu
Heldur enn at hava posthús í hvørjum króki í landinum, sær postverkstjórin fyri sær eina loysn, har Postverkið ger avtalur við størri handlar úti um landið um postavgreiðsluna á staðnum.
? Tað letur seg væl gera at avgreiða post aðrastaðni enn á einum posthúsi. Tað verður gjørt í øllum londunum kring okkum við góðum úrsliti. Høvdu vit sloppið at latið posthúsini aftur og ístaðin gjørt avtalur við handlar á somu støðum, hevði tað famvegis borið viðskiftafólkunum til at avgreitt so at siga øll postviðurskifti á staðnum. Munurin hevði verið tann, at postavgreiðslur kundu verið gjørdar tað mesta av degnum heldur enn bert teir fáu tímarnar, ið posthúsið á staðum er opið.
postverkstjórin heldur soleiðis, at politikararnir gera fólki eina bjarnatænastu við at lógaráseta hvar posthús skulu vera. Ætlanin við hesum var upprunaliga at tryggja smærri plássunum eina góða posttænastu, men veruligu avleiðingarnar eru sambært postverkstjóranum beint øvugtar, samstundis sum tað kostar Postverkinum óneyðuga nógv í rakstrarútreiðslum.
? Sjálvsagt hevði tað eisini kostað at gjørt avtalur við handlar um postavgreiðsluna, men sum nú er reka vit eina rúgvu av posthúsum, sum standa tóm og afturlatin tað mesta av degnum, og tað sigur seg nærum sjálvt, at hetta er ein óneyðuga dýr loysn við so nógvum posthúsum, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya.