Fimm ymiskar prædikur á fimm ymiskum støðum

Jólaaftan er ikki ein dagur, har sjúkrahúspresturin, Sverri Steinhólm kann halda frí, tá onnur hava.
- Eg skal í roynd og veru hava fimm gudstænastur henda dagin. Men um kvøldið fara vit at hugna okkum í friði og náðum, sigur Sverri.

Jólini eru vanliga ein tíð, har prestar hava úr at gera við mongum gudstænastum.
Flestu teirra sita longu nú og fyrireika seg uppá allar prædikurnar, teir skulu halda runt í teimum ymisku kirkjunum í sókn teirra.
Hetta sama ger sjúkrahúspresturin Sverri eisini. Og tað ger hann, hóast ein partur av kirkjuliði hansara als ikki savnast saman til gudstænastur í kirkjunum.
Sum ein part av arbeiði sínum, hevur hann gudstænastur á fleiri ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum og aðrastaðni við um jólini.
- Jú, hetta kann tykjast strævið fyri onkran. Men mær dámar væl at koma út á deildirnar um høgtíðina, sigur Sverri í samrøðu við Sosialin.

Prædika við variasjónum
Eitt er sjálvar gudstænasturnar. Annað er so prædikan, sum er ein týðandi partur í hesi.
Tá talan er um jólagudstænasturnar, eru tekstirnir givnir frammanundan til hvønn einstakan dag. Men tá ein lesur hesar ígjøgnum, kann tann einstaki presturin fáa rættiliga ymiskt burturúr.
Spurningurin verður altíð, hvat hann ynskir at leggja dent á og hvørjar tankar hann er upptikin av í løtuni.
- Jólaevangeliið er sjálvandi hitt sama, og hagani kann ein fáa nógvar ymiskar tankar. Soleiðis er eisini hjá mær, sigur Sverri.
Tá Sverri fer til hesar gudstænasturnar, hevur hann ikki altíð eina liðugt skrivaða prædiku við sær. Hann hevur ístaðin valt at gera sær nakrar grundtankar út frá tekstinum.
- Tá eg prædiki runt á deildunum, so sigi eg ongatíð tað sama. Tú kanst siga tað so, at eg havi eina fasta prædiku, men við ymiskum variasjónum.
Alt veldst sjálvandi um umstøðurnar og staðið. Tí, sum Sverri sigur:
- Eg sigi sjálvandi ikki tað sama í Varðhaldinum og á B8, sum eg geri á Psykiatrisku deild!
Til nakrar av gudstænastunum jólaaftan verður serligt fylgispæl til sálmasangin. Sverri fær her tónlistarliga hjálp frá Heiðrunn Petersen, Helga Dam Ziska og urguleikaranum, Henry Debes Joensen.




Jólaaftan hjá presti
Ikki fyrrenn út ímóti jólaaftanskvøldi, kann sjúkrahúspresturin njóta jólafriðin saman við familju síni.
Jólaaftan sær skráin soleiðis út:
Kl. 11: Gudstænasta í Varðhaldinum
Kl. 13: Gudstænasta á Psykiatrisku Deild
Kl. 14: Gudstænasta á Røktarheiminum
Kl. 15: Gudstænasta í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum
Kl. 16: Gudstænasta á B8 á Landssjúkrahúsinum.
Jólaaftanskvøld: Jólahald hjá bróður sínum, Øssuri, sum býr í Leirvík.