Tað fyrsta málið er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving. Tað snýr seg um heimild til at skipa kommunal tilbúgvingarøki, stovnseta ein vaktsentral, skipa Kreppuráð og Átaksráð og gera tillagingar.
Annaðn máið er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi Hetta málið snýr seg um heimild hjá landsstýrismanninum at krevja rættindahavarar eftir upplýsingum og at taka veiðirættindi aftur, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir.
Síðani verður uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger.
Fjórða málið er 1. viðgerð av uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m. Málið snýr seg um heimild at skjóta grágás, treytir fyri at fáa loyvi til tess, ásetingar um kanningar og vísindaligar teljingar og lógartøkniligar og málsligar rættingar.
Síðan er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne
Síðsta málið á skránni er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um økisnøvn á internetinum.
Øll løgtingsmálini á dagsskránni verða beind í Løgtingsins vnnunevnd.