Tá ið freistin at søkja starvið sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla var úti 24. mai, vóru fimm umsóknir komnar. Í Kvívíkar Skúla eru 48 næmingar í sjey árgangum, og tríggir lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1. august 2012.
Síðan tíðliga í vár hevur Richard Johansen verið virkandi fyrstilærari í Kvívík.