Fimm ungir mans sekir í neyðtøku

Fimm mans vóru týsmorgunin dømdir fyri hópneyðtøku av einari 15 ára gamlari gentu í rættinum í Silkeborg. Ein teirra var herfyri fríkendur fyri at hava neyðtikið eina føroyska kvinnu

NEYÐTØKA

Tað sær út sum tilvild ræður, nær dómur fellur og ikki, tá talan er um neyðtøku.
Tað er eitt av sjónarmiðunum, nú tvey neyðtøkumál eru ovast á breddanum í Danmark.
Í gjár fann rætturin í Silkeborg fimm mans sekar í at hava neyðtikið eina bert fimtan ára gamla gentu. Ein teirra var eisini ákærdur í hópneyðtøkuni av einari 25 ára gamlari føroyskari kvinnu í Keypmannahavn, men tá varð hann fríkendur.
Hesaferð fingu menninir úr fýra mánaðum upp í hálvtannað ára fongsul.
Málini eru annars lík í mongum. Fleiri menn, sum í felag eru kynsliga saman við einari kvinnu, pástanda, at kvinnan vildi sjálv, hóast kvinnan hevur meldað tilburðin.
Munurin er, at tann 15 ára gamla danska gentan ikki meldaði fyrr enn fýra mánaðir aftaná, tí hon ikki tordi. Tann føroyska meldaði beinanvegin, tá hon var sloppin leys. Sostatt vóru sjónlig prógv í málinum við føroysku kvinnuni, eitt nú DNA-royndir, meðan ongi prógv vóru í málinum við tí ungu donsku gentuni.
Sostatt vóru tað bara vitnisførslur, sum feldi menninar í Silkeborg.
Málið í rættinum í Silkeborg rætti vitnaði annars um fimm ungar mans við einum avskeplaðum sex-morali. Unga gentan varð langt út á náttina tvingað til samlegu og annan kynsligan ágang, sum pornológgávan helst noktar okkum at lýsa í blaðnum.
Umframt tann eina, sum var fríkendur at hava neyðtikið føroysku kvinnuna, var ein annar maður, sum vitnaði í tí málinum, uppíblandaður hesaferð. Hann fekk harðasta dómin, tí hann eisini tvingaði gentuna til anal-sex. Tann 23-ára gamli maðurin, ið var fríkendur í føroyska málinum, bleiv hesaferð dømdur fyri at halda ungu gentuni, meðan hinir neyðtóku hana. Hann hevur sum tann einasti kært dómin.
Føroyska kvinnan hevur kært dómin inn fyri Eystara landsrætt, og tá fer tað óivað at vera ført fram, at hesin maðurin áður hevur gjørt seg kynsliga inn á konufólk.