Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur valt fimm umboð í Yrkisútbúgvingarráðið eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum og Mentamálaráðnum.
Formaðurin er tilnevndur av landsstýriskvinnuni, sum eisini hevur valt 4 limir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafeløgunum, og 4 limir eftir tilmæli frá løntakarafeløgunum.
Ráðslimirnir eru valdir fyri eitt 4 ára skeið frá 1. august 2011 til 31. juli 2015.
Tey nýggju afturvaldu umboðini eru:
Alfred Petersen, formaður, valdur av landsstýriskvinnuni
Durita Tausen, fyri Mentamálaráðið
Magnus Magnussen fyri Føroya Handverksmeistarafelag
Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið
Suni Simonsen fyri Føroya Handverkarafelag
Hini umboðini í Yrkisútbúgvingarráðnum eru:
Emy S. Niclasen fyri S&K felagið
Elin Sørensen fyri Føroya Arbeiðarafelag
Eyðvør Berg fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Niels Winther fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag
Hesi umboð standa fyri vali um tvey ár.
Uppgáva ráðsins er at viðgera mál viðvíkjandi arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingum og at geva landsstýriskvinnuni tilmæli hesum viðvíkjandi.