Fimm ættarlið á pálsmessu

Leygardagin 25. januar kl. 12.07 á pálsmessu fingu Turið Arge Samuelsen og Høgni Heri Mohr ein son á Landssjúkrahúsinum. Lítli drongurin gjørdi fleiri fólk eitt ættarlið eldri. Petra Arge, f. Gregersen í 1922, gjørdist olduromma. Jógvan Arge, f. 1947, gjørdist langabbi, Uni Arge, f. 1971, gjørdist abbi, og Turið Arge Samuelsen, f. 1994, gjørdist mamma. Á myndini síggjast tey fimm ættarliðini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum