Fimm ættarlið í báðar ættir

Tað hendir seg meira enn so, at ein sær fimm ættarlið í eini familju, men fimm ættarlið í báðar ættir er heldur sjáldsamari sjón

 
Tað kemur meira enn so fyri, at ein sær fimm ættarlið í eini familju savnast. Men fimm ættarlið í báðar ættir er óivað heldur sjáldsamari sjón.
                 Men í Vági letur hetta seg gera og mikukvøldið tóku vit hesar myndirnar.
Myndirnar omanfyri er tiknar í Vági mikukvøldið við 84 ára føðingardagin hjá oldurabbanum Eliasi. Høvið var at taka familjumyndir og so var gjørt. Dagurin var hildin í Eldrasambýlinum í Vági, sum enn er nýtt og eisini sera snotuligt hús, har til ber at búgva í smærri eindum, tá aldurin er farin at tyngja og húsini kanska eru nakað rúmlig og tung at halda.
                 Sosialurin ynskir tillukku við degnum og ynskir ættarliðunum blíðan byr.
 
MYND 1
 
Langabbin Jógvan, 60 ár, omman Eyðbritt, 39 ár, mamman Gurið, 20 ár, oldurabbin Elias, 84, olduromma Emma, 80 ár, og lítli beiggi, sum er ein mánað
 
Mynd 2
 
Langomman Maria, 57 ár, omman Eyðbritt, 39 ár, mamman Gurið, 20 ár, olduromman Eina, 81 ár og lítli beiggi, sum er ein mánað