Fimm trolbátar til fiskiskap

Í næstu viku koma nakrir partrolarar, djúpvatnstrolarar og trolbátar inn at landa.

 

Festu partrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og helst koma báðir inn at landa síðst í næstu viku.

Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri komandi vikuna, vóru fimm av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap.

- Trolbátarnir, sum fáa mest av havtasku, toski og hýsu, koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir, og hitt ísar havtaskuna.