Fimm trolarar landað í Saltangará

? Og vit vænta seks trolarar í komandi viku, sigur Jason Johannesen, sum ætlar at hava turt gólv, tá ið farið verður í jólafrí

 

Saltangará: Hesa vikuna hava fimm trolarar lagt veiðina upp til Fiskavirking í Saltangará.Mánadagin var Roc Amadour við umleið 120.000 pundum, harav stívliga 80.000 var upsi.

Mikudagin vóru Jaspis og Ametyst inni. Teir høvdu 1700 kassar tilsamans, 1000-1100 var upsi. Restin var toskur og onnur fiskasløg. At enda vóru Safir og Smaragd inni hósdagin. Teir vóru fullir undir lúkurnar. Skipini bæði hava 2000 kassar umborð, men veiðan var uppí heilar 2700 kassar, so fiskurin, sum skuldi verið í teimum seinastu 700 kassunum, var í krubbum.

Hvussu veiðan hjá Safir og Smaragd býtti seg, visti Jason Johannesen ikki rættiliga, tá ið Sosialurin frætti mikudagin, men ein stórur partur var upsi.

Fiskavirking í Saltangará keypir bara upsa, so hini fiskasløgini, sum skipini hava, keypa onnur virki.

Týsdagin keypti virkið í Saltangará eisini 80.000 pund av upsa frá P/F Beta.

Vænta trý »pør« í komandi viku

Stjórin í Fiskavirking í Saltangará væntar, at trý »pør« ella seks skip fara at landa í komandi viku, sum er vikan undan jólum.

? Vit klára neyvan at arbeiða meira enn fiskin hjá hesum seks skipunum í komandi viku. Men nú fáa vit at síggja, hvussu nógv skipini hava, tá ið tey koma.

Jason Johannesen sigur, at eingin fiskur má liggja niðurfyri, tá ið farið verður í jólafrí, tí annars verður fiskurin alt ov gamal, soleiðis sum jólini fella í ár. Ætlanin er at arbeiða til og við fríggjadagin, 21. desember.

? Tað er torført at spáa um komandi viku, men sum er, er veðrið gott, og skipini fáa nógvan fisk. So, vit kunnu rokna við einum ávísum trýsti undan høgtíðini, leggur hann aftrat.

Spurdur, um ætlanin er at arbeiða teir báðar dagarnar, sum eru millum jól og nýggjárs, sigur stjórin, at tað væntar hann ikki.

? Men kemur fiskur, mugu vit sjálvsagt til arbeiðis, men tað er ikki sosannlíkt, heldur Jason Johannesen.