Fimm tingfólk seta fýra spurningar

Á tingfundinum í dag fer Løgtingið at umrøða fýra skrivligar fyrispurningar til landsstýrisfólki, sum snúgva seg um skúla, rúsevni, handilssáttmálar og heilsstøðana hjá umgum

Tann fyrsti spurningurin er til Jenis av Rana.

Tað er Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum sum vil hava landsstýrismannin í mentamálum at greiða frá lærugreinabýtnum í fólkaskúlanum.

– Vit hava seinastu mongu árini sæð, at fleiri og fleiri lærugreinar og uppgávur verða lagdar inn í skúladagin hjá næmingum og starvsfólkum skúlans. Enskt er flutt niður í 4. flokk, samfelagsfrøði er lagt afturat í hádeildini, lagt er afturat føroyskum í grunddeildini, ein undirvísingartími er lagdur afturat í alis-og evnafrøði, og so er týskt sett sum upptøkukrav til miðnám, sigur løgtingsmaðurin í viðmerkingum til spurningin.

– Hetta kennist í skúlanum, sum at ein lærugrein er løgd afturat í hádeild. Hetta hevur sjálvandi havt við sær, at skúladagurin er vorðin drúgvari og lærugreinarnar og uppgávurnar fleiri. Tá átøk eru gjørd, í góðari meining, hevur verið torført at lúka nakra uppgávu ella lærugrein burtur. Úrslitið er, at lærugreinarnar eru nógvar, uppgávurnar fjøltáttaðar og at neyðugi samanhangurin ikki altíð er í lærugreinabýtinum, sigur løgtingsmaðurin.

Annar spurningurin er til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum. Tað er Brandur Sandoy, løgtingdsmaður fyri Fólkaflokkinum, sum vil hava landsstýrismannin at greiða frá, at hvat hann ætlar at gera við versnandi støðua við hørðum rúsevnum millum ung. Hann setir honum hesar spurningar:

– Hvat ætlar landsstýrismaðurinat gera við versnandi støðuna við hørðum rúsevnum millum ung?

– Metir landsstýrismaðurin, at eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum er nøktandi?

– Er landsstýrismaðurin vitandi um, at royndir eru, ella hava verið, gjørdar at framleiða hørð ólóglig rúsevni í Føroyum?

Triðið spurningurin er frá Johan Dahl, løgtingsmanni Sambandsfloksins, sum vil hava Jenis av Rana, landsstýrismann í Uttanríkismálum at greiða frá um marknaðaratgongd og status í samráðingum um altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur.

Spurningarnir, hann setir landsstýrismanninum, eru soljóðandi:

– Hvør ítøkilig arbeiðs-og tíðarætlan er løgd fyri samráðingar um altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur millum Føroyar og okkara týdningarmiklastu samhandilslond?

– Eru nakrar realitetssamráðingar byrjaðar við nakað ávíst land, fríhandilsfelagsskap ella fríhandilssamgongu?

– Hvør eyka orka og førleikar er sett av til at planleggja og gjøgnumføra altjóða samráðingarum samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur?

– Hvørjir partar eru ella verða við í samráðingumum samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur, her verður hugsað um danskar myndugleikar, føroysku vinnuna og aðrar viðkomandipartar, og eru hesi boðinvið til samráðingar?

– Hvat er status í samráðingunum um samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við ES, USA, Russland, Kina, Suðurkorea og Japan, herundir hvørji ítøkilig stig er tikin í samráðingunum við hvørt land sær. Nær kann roknast við, at realitetssamráðingar byrja við felagsskapir og tey einstøku londini, hvørji eru útlitinifyri einari semju við felagsskapir og tey einstøku londini? – statusuppgerðin skal býtast á nevndufelagsskapir og einstøklond.

– Verður eisini arbeitt í breiðari høpi við at fáa samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við fríhandilssamgongur, t. d. Asia, BRIK-londini, HvítaRussland og Ukraine?

Fjórði skrivligi fyrispurningurin til landsstýrisfólk í dag er til løgmann. Tað eru tær báðar tingkvinnurnar fyri tjóðveldi, Siri Stenberg og Hervør Pálsdóttir, sum vilja hava løgmann at greiða frá heilsustøðuni hjá ungum í Føroyum:

– Hevur landsstýrið ætlanir um at seta nøkur tiltøk í verk, sum kunnu bøta um heilsustøðuna hjá ungum?

– Hvørji átøk í sálarheilsuætlanini er ætlanin at seta í verk og nær?

– Hvørji tiltøk kunnu vit rokna við verða sett í verk á heilsuøkinum, skúlaøkinum og á almannaøkinum?

– Nær kann roknast við, at øll tilmælini í ætlanini eru rokkin?

– Er ætlanin hjá landsstýrinum at gera meira við fyribyrging og heilsufremjan hjá ungum? Um, ja, hvat og nær?

Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan 11.