Fimm tepur tap á rað

Í morgin klokkan 16 verður fyrsti landsdysturin í fótbólti í ár á skránni. Hann verður spældur í Kópavogi, har vinardystur verður ímóti Íslandi í Kórinn fótbóltshøllini. Dysturin er serligur á tann hátt, at hetta verður fyrsta ferðin nakrantíð, at Ísland fer at spæla fótbóltslandsdyst innandura. Føroyar hava eina ferð áður spælt landsdyst í fótbólti innandura. Tað var 31. januar í 2001, tá ið Føroyar og Svøríki spældu málleysan javnleik í NM. Tann dysturin varð spældur í fótbóltshøll í Växjö í Svøríki.

Fimm tær seinatsu ferðirnar, tá ið Føroyar og Ísland hava spælt fótbóltslandsdyst hevur Ísland vunnið við einum máli.

Tvær tær seinastu ferðirnar var tað í einastu undankappingardystunum, sum grannarnir higartil hava spælt ímóti hvørjum øðrum. Bæði í Reykjavík og á Tórsvølli vóru úrslitini í 2003 2-1 til Ísland.

Í La Manga vann Ísland 4. februar í 2000 3-2. 18. august í 1999 vann Ísland 1-0 á Tórsvølli, og 27. juli í 1997 vann Ísland vinardyst í Höfn 1-0.

Føroyska ferðalagið fór úr Vágum fyri døgurða í gjár.