Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
Sunnudagin, 06. desembur kl. 18.00, fara 5 kór úr Suðuroynni at hava eina fjølbroytta jólakonsert í Vágs kirkju.
Kórini eru: Sumbiarkórið, Manskórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri, Streingjakórið í Porkeri, Orðið á Borðið í Frelsunnarherinum og Kirkjukórið Ljómur.
Innsavnan verður til ”Ì menniskjum góður tokki”.
Gloymið illveðrið eina løtu! Leggið leiðina í Vágs kirkju sunnudagin!









