Nýggi Renault Laguna fekk fimm stjørnur og 36 av 37 møguligum stigum frá Euro NCAP (European New Car Assessment Programme).
Í grundgevingunum verður sagt, at Laguna hevur hópin av innbygdum trygdarskipanum sum t.d. airbag í forsetrinum, sum við sensorum í setrinum máta vektina á føraranum, og hvussu hann situr, tá óhappið hendir, soleiðis at púturnar blásast upp í mun til tað og ikki meira enn neyðugt. Laguna fæst við upp til átta airbag.
Sum eina eykatrygd hevur Laguna eina framkomna trygdarskipan, sum gevur meira trýst í hydraulisku bremsuskipanina, um førarin knappliga flytur fótin av spitaranum.
Nýggi Mazda2, sum júst nú er komin á marknaðin, fekk eisini fimm stjørnur og besta karakter frá evropeisku testorganisatiónini EuroNCAP (European New Car Assessment Programme).
Í grundgevingunum verður sagt, at Mazda2 er ein av tryggastu bilum í sínum klassa. Ikki einans tey vaksnu eru væl vard í nýggja Mazda2, tað sama er galdandi fyri børnini. Mazda2 fekk 37 stig fyri trygdina hjá børnunum í bilinum.
Mazda2 er eisini kosin ”Årets Bil i Danmark 2008”.