Bryan Adams á Tórsvølli. Sir Elton John á Tórsvølli. Við hesum heimsnøvnum fingu føroyingar fimm stjørnað undirhald á føroyskari jørð. Móttøkan fyri hesum nýbroti í føroyskum tónleikahøpi, stadionkonsertir, var sum vera man góð. 5750 áhoyrarar flippaðu út til eina útselda Bryan Adams konsert í góðveðrinum ein summmardag í 2008, og tá Elton John vitjaði herheima tvey ár seinni, var pallurin fluttur yvir á langsíðuna, soleiðis at rúm var fyri 6500 fjepparum. Og fleiri heimsnøvn vóru á veg, søgdu søgurnar.
Fyriskipari var í báðum føri Five Star Entertainment. Eitt felag, stovnað í november 2006 við tí endamáli at veita føroyingum stórar tónleikaupplivingar. Talan var um eitt smápartafelag við 81.000 krónum í partapeningi.
Seinasti roknskapur hjá felagnum er frá 2009. Hann vísir eitt undirskot á góðar 200.000 krónur og eina samlaða, stuttfreistaða skuld á góða hálva millión. Eginognin er tá netativ við smáum 350.000 krónum. Eingin roknskapur kom inn fyri 2010, árið tá Sir Elton John fór pall á Tórsvølli frammanfyri 6500 áhoyrarum.
Sambært almennu upplýsingunum fór Five Star Entertainment undir trotabúsviðgerð í 2011, og í fjørvár varð smápartafelagið endaliga uppgjørt og strikað úr partafelagsskránni.
Taks hevur gjørt upp, hvussu nógv landskassin hevur mist í skattainntøku frá hesum felag. Sambært uppgerðini, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, hevur Taks avskrivað 277.000 krónur uppá felagið. Pengar, sum Five Star Entertainment hevur kravt inn í meirvirðisgjaldi, men ongantíð borið víðari til landskassan, hóast lógin ásetir tað.
Sterkir persónar
Hóast Five Star Entertainment løgfrøðiliga var eitt lítið smápartafelag við 81.000 krónum í partapeningi, so hevur felagið kortini eina ávísa tyngd. Tí aftanfyri felagið stóðu persónar, sum í dag eru leiðandi politikarar og vinnulívsfólk. Stjórar í Five Star Entertainment vóru Bogi Andreasen, býráðspolitikari og fyrrverandi varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fyrst fyri Tjóðveldi og síðani Fólkaflokkin. Eisini hevur Bogi Andreasen fleiri ferðir havt sæti sum varamaður á løgtingi. Hin stjórin í felagnum er Dennis Holm. Hann er leiðari á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, og á nýggjárinum setti hann seg í borgarstjórasessin í Vágs Kommunu. Ein triði stovnari av Five Star Entertainment er Petur Háberg Jacobsen, ein av eigarunum í P/F Krúnborg.










