Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at fimm russiskir fjallaklintrarar hava latið lív í Nepal.
Sambært fyriskiparunum av ferðini, AM Trekking and Expeditions, fór hendingin fram á fjallinum, Dhaulagiri.
Dhaulagiri er sjeynd hægsti fjallatoppur í heiminum.
Tíðindastovan AP sigur, at fjallaklintrararnir helst eru farnir á glið og eru deyðir í fallinum.
Tað var sunnudagin, at boðini komu um, at teir vóru saknaðir.
Sambært AP kom ein bjargingartyrla í morgun fram á líkini, men enn er ikki greitt, nær ella um líkini verða bjargað.
Hildið verður, at tveir av klintrarunum høvdu verið á fjallatoppinum, áðrenn vanlukkan hendi, meðan tríggir helst vóru vendir við aftur.
Áðrenn vanlukkuna mistu tey, sum vóru við á rannsóknarferðini og tá vóru stødd í Base Camp, radiosambandið við teir fimm klintrarnar.
Sambært AP er fjallatoppurin, Dhaulagiri í Nepal, 8167 metrar høgur.