Lagið er gott í leguni hjá Víkingi í góðveðrinum í Runavík í kvøld.
Víkingur hevur í kvøld vunnið hálvfinaluna ímóti B36 2-1. Um eina viku fæst at vita, um Víkingur verður steypavinnari í 2020, og um Víkingur harvið fer at vera við í europeisku kappingini næsta summar.
Tað eru fimm ár síðani, at Víkingur vann steypafinaluna. Í 2015 vann Víkingur 3-0 ímóti NSÍ.
Síðani tá hevur Víkingur verið í tveimum steypafinalum. Í 2016 tapti Víkingur eftir brostsparkskapping ímóti KÍ, og í fjør tapti Víkingur 3-1 í steypafinaluni ímóti HB.
Víkingur var fyrstu ferð í steypafinaluni í 2009 – sama árið sum samansetta felagið hjá teimum í Gøtu og Leirvík sá dagsins ljós – tá tað endaði við 3-2 sigri ímóti EB/Streymi.
Frá 2012 og fram til 2015 vann Víkingur fýra finalur um løgmanssteypið á rað.
Í 2012 spældi Víkingur ímóti EB/Streymi. Tað endaði 3-3, og Víkingur vann í brotssparkskapping.
Í 2013 vann Víkingur 2-0 ímóti EB/Streymi.
Í 2014 vann Víkingur 1-0 ímóti HB.
Og í 2015 vann Víkingur 3-0 ímóti NSÍ.










