Fimm ár síðan Norrøna sigli á land

Tað var hósdagin 15. januar 2004 at Norrøna bar við molan og sigldi tvær ferðir á Viðarnes, tá hon royndi at leggja við bryggju í Havn.

Norrøna steðgaði, tá hon seinnu ferðina kom inn á grótkastið á Viðarnesi. Eitt fýra metur langt hol var tá komið í síðuna á skipinum.


Norrøna var komin úr Íslandi, og Ritan tók ferðafólkini, sum vóru við skipinum. Tey komu á land á Burstatanga.


Ætlandi skuldi Norrøna sama kvøldið fara á promotion-ferð á nýggju leiðina millum Bergen og Hanstholm.