- Fimm partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa og øðrum hvítfiski, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. Eitt partrolarapar fiskar gulllaks.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri. Teir fáa mest av blálongu, og tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Allir tríggir koma inn at landa í næstu viku.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og ein er norðanfyri.
- Trolbáturin, sum er norðanfyri, fær mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
Trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.












