Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

Allir vóru í kendari smittuketu

42 persónar smittaðir við koronu í Føroyum, eftir at seks nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Allir teir nýggju tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu.

 

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 275.493 kanningar.

 

712 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 42 persónar smittaðir við koronu, og 506 fólk eru í sóttarhaldi.