Fimm nýggir eru á HB liðnum

Og fýra nýggir spælarar eru millum teir fyrstu ellivu hjá B68

Klokkan 18.30 fer bólturin á rull í Gundadali, har fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini í ár verður millum HB og B68.

 

Sammett við í fjør, so eru fimm nýggir spælarar á HB liðnum. Sammett við leygardagin, tá ið HB vann stórsteypadystin ímóti Víkingi 2-0, er HB í kvøld mannað við teimum somu, sum leygardagin vóru á vøllinum frá fyrsta bríksli. Á beinkinum eru millum aðrar Bartal Wardum, Sammy Skytte, Ási P. Dam og nýggi norski álopsspælarin Jonas Enkerud.

 

Hjá B68 er tað merkisvert, at Tóki á Lógv, sum fyri fáum vikum síðani flutti úr KÍ og út á Svangaskarð, er millum teir fyrstu ellivu. Aðrir nýggir spælarar á B68 liðnum eru Jákup N. Vilhelmsen, Magnus Holm Jacobsen og Emanuel Kulgo.

 

Millum teir á beinkinum eru Jóhan Josephsen og Martin Klein Joensen.

 

HB – B68 kl. 18.30

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Reinis Reinholds – Mathias Voss, Ejvind Restorff Mouritsen, Klavs Kramens, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Heini F. Sørensen, Noah Mnenéy (Ási P. Dam, 76.), Dan í Soylu – Leivur F. Guttesen, Emil Grønn Pedersen (Jonas Enkerud, 77.)

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Emanuel Kulgo (Martin Klein Joensen, 68.), Jákup N. Vilhelmsen,Magnus Holm Jacobsen, Hanus Højgaard, Tóki á Lógv – Sebastian Lau Nielsen (Marius Nón, 68.)