Fyri einum mánaði síðani hevði felagið fyri foreldur at smábørnum í Tórshavnar kommunu ársaðalfund. Nýggj nevnd varð vald, og hon hevur hon skipað seg við Bryndis á Dunga sum forkvinnu, Anniku Joensen sum næstforkvinnu, Ingu Foldbo Hjallnarfoss sum skrivara, og Høgna í Stórustovu og Heidi Poulsen sum nevndarlimir. Kassameistari er ikki valdur enn.
Fráfarandi nevndin og nevndin undan henni hava verið sera virknar við at skunda undir politikkararnar fyri at útvega fleiri dagstovnapláss, og úrslitið síggja vit í dag við uppíbyggingum av verandi býlingshúsum, nýggjum upptøkureglum til barnaansingina og so framvegis. Nývalda nevndin fer framhaldandi at arbeiða fyri at bøta um umstøðurnar á ansingarøkinum hjá børnum undir skúlaaldri.
Í næstum verður skipað fyri einum kunnandi fundi fyri foreldur og avvarðandi.