Fimm milliónir eyka til børn við serligum tørvi

Mentamálaráðið hevur í dag fingið játtað fimm milliónir krónur eyka til børn við serligum tørvi í fólkaskúlanum. Hesa umbøn hevur fíggjarnevndin gingið á møti í dag.

Økta játtanin merkir, at tímatalið (uppgjørt í læraratímum), ið er sent út til fólkaskúlarnar hækkar úr 2.077 tímar pr. viku upp í 2.852 tímar pr. viku. Ein hækking á 37%.

Undanfarna skúlaár var tímatalið til serligan tørv 2.408 tímar pr. viku. Í mun til undanfarna ár hækkar tímatalið sostatt við 18%. Hetta samsvarar við økta tørvin á tímum til serligan tørv í fólkaskúlanum komandi skúlaár.

Fíggjarnevndin játtaði í dag netto 3 mió. kr. eyka til Sernámsdepilin, harav 5 mió. kr fóru til økta játtan til stuðlar og serundirvísing, meðan tað vegna seinkaða byrjan av eini NSR-tænastu ikki verður tørvur á 2 mió. kr. í 2008, ið sostatt kunnu takast av fíggjarlógini við fíggjarnevndarskjalinum. Netto er sotatt talan um meirjáttan á 3 mió. kr.

Fyrsta stigið var at fáa loyst hendan átrokandi trupulleikan við ov fáum tímum til serligan tørv áðrenn skúlabyrjan, og næsta stigið verður nú at eftirmeta sernámsfrøðiliga virksemið í fólkaskúlanum sum heild.

Tað hevur verið ein trupulleiki í áravís, at stórur munur er á ynskjum um tímar frá skúlum ? og játtaðir tímar til serligan tørv. Tí er neyðugt m.a. at taka stig til fylgjandi:

? Fáa størri samsvar millum staðfestan tørv og játtaðar tímar.

Staðfesta veruliga tørvin og møguliga gera játtanina lógarbundna.

? Fáa samstarv við kommunur um samskipan millum skúlar í somu kommunum tá umræður næmingar við serligum tørvi.

? Samskipa stuðulsskipan millum dagstovnar og fólkaskúla betur. Hetta fyri at tryggja, at børnini fáa so lætt við at skifta frá dagstovni til fólkaskúla sum møguligt.

? Kanna møguleikar fyri, at børn, ið hava fingið staðfest serligan tørv, ikki skulu søkja um stuðul av nýggjum á hvørjum ári, men at eftirmeting heldur verður gjørd við jøvnum millumbilum.

? Eftirmeta dygdina av stuðlum og frálæru til næmingar við serligum tørvi runt landið.

- Vit ynskja øll eitt samfelag har vit taka okkum væl av teimum, ið hava serligan tørv. Tí hava vit eina fólkaskúlalóg, ið staðfestir, at skúlin er fyri øll. Tað er tí at fegnast um, at fíggjarnevndin í dag gekk umbøn um meirjáttan frá Mentamálaráðnum á møti. Hetta málið hevur stóra ávirkan á nógvar næmingar, foreldur, og skúlar ? og fegnist eg um, at fíggjarnevndin tók undir við, at finna eina loysn, ið tryggjar, at okkara børn við serligum tørvi og skúlarnir sum heild fáa betri umstøður í nýggja skúlaárinum, ið byrjar eftir summarfrítíðina.

- Eisini kunnu vit gleðast um, at Skúlin á Trøðni hevur fingið játtan til tveir eyka lærarar á fíggjarlógini fyri 2008, eins og peningur er settur av til frálæru til lesi- og skriviveik, nýggja lesivegleiðaraútbúgving á Føroya Læraraskúla og stovnsetan av nýggjum skúlatilboði til børn við atferðar- og trivnaðartrupulleikum - t.d. ADHD. Hetta skúlatilboð verður væntandi klárt í november í ár.

- Samanumtikið eru sostatt fleiri stig tikin til, at betra um umstøðurnar hjá børnum við serligum tørvi í Føroyum í 2008, og tað er at fegnast um, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum.