fimm mans bjargaðir

Í kvøld steðgaði ein lítil bátur við 5 monnum upp, nærhendis Mjóvanesi í Eysturoynni.

Bjargingartyrlan, ið var á venjingarferð um sama mundi, fekk boðini umvegis Tórshavn radio, ið bað bátar á leiðini fara til hjálpar.

Tyrlan var fyrst á staðnum og fann bátin klokkan 19. 25. Tá var bjargingarbáturin, Ziska, á veg at hjálpa.

Tyrlan var á staðnum til Ziska var komin fram einar 15 min seinri. Teir fimm menninir vórðu tiknir umborð á Ziska og báturin var sleipaður inn á Gøtu, har hann var heimahoyrandi.

Allir umborð á uppsteðgaða bátinum vóru í bjargingarvesti, og veðrið á leiðini var sera gott.

(Myndir: Atlantsflog)