Fimm línuskip landa mánadagin

Útlitini til útróður eru vánalig. Streymurin verður harður, og veðurvánirnar eru einki serligar.

Fimm línuskip koma inn at landa mánadagin. Tvey skip hava verið norðan fyri og hava mest av toski og hýsu. Trý skip hava verið sunnan fyri og fiska mest brosmu og longu.

 

Hin eini línubáturin, sum eisini landar mánadagin, hevur eisini nakað av hýsu og toski.

 

Fiskmarknaður Føroya sigur, at av tí, at tað verður páskavika, landar einki línuskip seinni í næstu viku.

 

Fleiri línuskip eru undir Íslandi, men landa ikki fyri páskir. Flestu av hesum skipum hava landað í Íslandi. Tvey av frystilínuskipunum eru eisini undir Íslandi, og eitt fiskar undir Føroyum.

 

- Roknað verður ikki við nøkrum serligum útróðri í páskavikuni. Streymurin verður harður, og veðurvánirnar eru einki serligar, sigur Fiskamarknaður Føroya.