- Fimm línuskip fiska undir Íslandi, og helst koma trý teirra heim at landa í vikuni sum kemur. Hinvegin er ivasamt, um hini bæði línuskipini koma heim at landa í vikuni.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, hava mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Fýra línuskip eru undir Føroyum, og av teimum koma helst trý inn at landa í næstu viku. Hesi skipini hava mest av toski, hýsu, longu og so nakað av svartkalva og brosmu.
- Útlitini til útróður eru góð. Streymurin verður góður, og veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við nógvum útróðri í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.