Leygardagin verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík millum klokkan 14 og 17.
Hetta er ein fjølbroytt framsýning við fimm seks listakvinnum, sum allar hava hvør sín serliga stíl. Sýnd vera pastellir, akvarellir, pappírklipp, blýantstekningar, áseymaðar og acrylmyndir. Listaverkini hjá ymsu listakvinnunum hanga hvørt um annað, og tað gevur framsýningini ein serligan dám.
Sýnd vera pastellir, akvarellir, pappírklipp, blýantstekningar, áseymaðar og acrylmyndir. Listaverkini hjá ymsu listafólkunum hanga hvørt um annað, og tað gevur framsýningini ein serligan dám
Listakvinnurnar eru:
Brynhild (Bibi) Sigmundsdóttir - landslagsmyndir í pastel. Bibi hevur málað og teknað frá barnsbeini, mest olju og pastellir. Hon málar naturalistiskt og hevur málað tað mesta av føroysku oyggjunum. Verk hennara hanga í Japan, USA, í Norðurlondum osfr.
Bjørg Jacobsen – klippmyndir úr pappíri og øðrum tilfari. Bjørg hevur luttikið á tekni- og málningaskeiðum. Motivini eru karikerað folk í gerandisstøðum, og umframt litspælið er tað situationella og relationella í fokus.
Cecilia Vestureið – áseymaðar myndir við ymiskum motivum. Cecilia hevur tikið skeið í myndaseyming, og íblásturin er fjølbroytnið í føroyska veðurlagnum og náttúruni - umfatandi fjøllini norðanfyri og opna, ljósa náttúran sunnnanfyri.
Frívør Ellefsen – hálvabstraktir málningar í akryl. Frívør hevur gingið á Designaraskúlanum á Tecocentrinum í Herning og hevur luttikið á fleiri skeiðum. Hon málar mest naivistiskar málningar í sterkum litum og leggur stóran dent á litspælið teirra millum.
Vígdis Sigmundsdóttir - pappírscollagur við íblástri frá føroysku náttúruni. Vígdis hevur teknað og málað, síðan hon var barn og hevur listaskúlaútbúgving og fleiri skeið. Seinastu árini hevur hon fingist við pappírklipp burturav. Íblásturin er mest frá føroysku náttúruni, men eisini úr kvæðaheiminum.
##med2##
Eftir Vígdis Sigmundsdóttir
##med3##
Eftir Bibi Sigmundsdóttir
##med4##
Eftir Bjørg Jacobsen
##med6##
Eftir Frívør Ellefsen
##med7##
Eftir Ceciliu Vestureið
Ferniseringin verður leygardagin 6. apríl klokkan 14-17, og framsýningin er opin hvønn dag fram til og við týsdagin 9. apríl klokkan 14-18.
##med5##

















