Fimm grindahvalir upp á turt í Sandvík

Bara ein var livandi, tá ið fólk komu til teir tíðliga í morgun.

 

 

 

Í gjár og í nátt eru fimm grindahvalir endaðir uppi á turrum í Sandvík. Ein deyður hvalir rak á land í gjár og einir tríggir, fýra hvalir afturat vórðu sæddir á víkini, men avgerð varð tikin um at lata teir fara.

 

##med2##

Men tá ið sandvíkingar komu á føtur tíðliga í morgun lógu fýra hvalir uppi á turrum á sandinum í Sandvík. Tá ið fólk komu til teir, var ein framvegis á lívi, men hann varð so avlívaður.

 

##med3##

Hvalirnir vórðu sleipaðir út á bátadráttin í Sandvík, har teir verða skornir upp. Fyrr í morgun var mett, at tveir av teimum vóru ikki etandi.

Teir verða ikki býttir, men hevur onkur hug at fáa sær eitt kók, er bara at halda seg fram at. 

 

##med4##