Fimm góðir páskafilmar til vikuskiftið

Flest okkara hava nakrar serstakar filmar vit hyggja at á jólum og møguliga á øðrum høgtíðum ella merkisdøgum, og tað eru eisini fleiri góðir filmar, sum høska seg væl til páskadagarnar. Onkrir kunnu síggjast saman við allari familjuni, og aðrir eru møguliga ov ógvusligir til børnini. Her eru uppskot uppá fimm góðar páskafilmar.

 

 

1. Son of God.

Mark Burnett, sum er kendur fyri reality sjónvarp, so sum Survivor og The Voice, hevur framleitt filmin. Hann kom út í 2014, og snýr seg í stuttum um lív Jeususar frá føðing til deyða og uppreisn.

 


2. The Passion of the Christ

Hesin klassikarin kom út í 2004 og snýr seg um teir síðstu 12 tímarnar fyri Jesu deyða. Filmurin er av mongum kallaður eitt meistaraverk hóast hann er sera ógvusligur og lýsir grafisku detaljurnar av líðing Jesusar. Leikstjóri er Mel Gibson.

 

 

3. Jesus Christ Superstar

Hesin filmurin er frá 1974 og er um síðstu vikurnar í lívi Jesusar á fold. Dentur verður lagdur á stríðið millum Jesus og Judas fyri krossfestingina.  Hetta er ein rokk opera har ongin dialogur er millum sjónleikararnar. Filmurin er bydgur á kenda Broadway musicalin við sama navni.

 

 

4. Ben-Hur

Filmurin er frá 1959 og er um ein palestinskan jøda, sum er tí stíð við rómverjar somu tíð sum Jesus livur. Stíðið við rómverjar endar við at hann og familja hansara verða trælir, men hann møtir síðani Jesusi og tað broytir lív hansara.

 

 

5. The Last Temptation of Christ

Hetta er ein filmur sum hevur loypt til nógv kjak, tí hann sigur søgur úr Jesu lívi á ein kontraversiellan hátt. Martin Scorsese hevur leikstjørnað filmin, sum er frá 1988 og filmurin er um freistingar sum Jesus skal vinna á, so sum ótti, ivi, tunglyndi, mótvilji og girnd.