Tungar køkur við nógvum róma eru kanska ikki tað rætta at eta til dessert um summarið, og hóast ísurin er góður, so er onkuntíð gott at royna okkurt annað. Eingin ivi er um, at berini eru best hesa ársins tíð.
Um frísk ber ikki eru at fáa, so ber eisini til at nýta fryst ber. So mugu tey tiðna fyrst og tað má renna av teimum eisini, áðrenn man fer í gongd.
Í vikuskiftissosialinum hava vit uppskot til summardrykkir, summarsalatir og summardessertir.
Her er eitt av teimum fimm uppskotunum til summardessert, sum er at finna í Sosialinum. Hesar uppskriftirnar eru allar heintaðar frá norska blogginum trinesmatblogg.no.
Galette við summarberum
Ein einføld terta, sum smakkar av sumri.
Deiggj
175 g hveitimjøl
1 ss sukur
¼ ts salt
150 g smør
2-3 ss kalt vatn
Berfylla
500 g av summarberum (td jarðber, bláber og hindber)
75 g sukur
1 sitrón
3 ss eplamjøl ella maizena
½ ts kardamumma
Eitt egg at pensla
Lat mjøl, sukur og salt í ein bolla og blanda væl. Sker smørið í bitar, lat í bollan og blanda til deiggið er eitt sindur klumput. Stoyt kalda vatnið í, til tú hevur eitt javnt og fínt deigg, sum samlar seg saman. Set deiggið í køliskápið í minst ein tíma, gjarna yvir nátt.
Lat sukur, eplamjøl og kardamummu í ein bolla og rør væl saman. Reinsa berini og sker jarðberini í tvey ella fýra, stoyt so berini í sukurblandið. Koyr rivið sitrónskal uppi í og rør væl saman.
Klæð eina bakiplátu við bakipappíri. Hell mjøl á borðið, stoyt deiggið út á borðið og rulla tað út. Ansa eftir, at tú nýtir nokk av mjøli, so at deiggið ikki setir seg fast. Rulla deiggið upp á kakurulluna og lyft tað síðani yvir á plátuna. Tað bilar ikki, um eggin verður eitt sindur ójøvn, endaúrslitið verður kortini gott.
Stoyt berblandingina oman yvir botnin, men lat tað vera ein kant upp á eini fimm til seks sentimetrar eftir allan vegin runt. Tá berini eru stroydd útyvir, faldar tú kantin inn yvir fyllið. Set galettuna í frystaran í eitt korter ella so, meðan tú hitar ovnin, so heldur hon skapið betri. Um tú ikki frystir hana, er tað týdningarmikið at steikja hana beinanvegin. Í so fall má ovnurin tendrast áðrenn tú byrjar at gera deiggið.
Pensla kantin á tertuni við ein pískaðum eggi og stoyt perlusukur omanyvir. Galettin skal steikjast á 200 gradum (yvir- og undirhita) á niðastu hill í 35 – 40 minuttir, inntil hon er gyllin og gjøgnumstokt.
Lat hana kølna, áðrenn hon verður sett á borðið. Vaniljuísur ella honningkrem hóskar væl til hesa summardessertina.








