Ein vaksin og fýra næmingar hava fingið skaða í einum álopi á ein svenskan skúla í býnum Trollhättan í morgun. Tað skrivar svenska útvarpsrásin Sverigeradio.
Sambært fyrstu frásøgnunum úr Svøríki, so vóru fólkini álopin av einum manni, ið møtti á skúlanum við svørði og var í einari masku.
Løgreglan upplýsir fyri útvarpsrásini, at ruðuleiki er í skúlanum í løtuni, og at fólk og næmingar hava tikið til rýmingar.
Stutt eftir at løgreglan fór inn í skúlan, hoyrdu vitnir nøkur skot.
- Júst hvat er hent, kunnu vit ikki svara nú, men vit hava nakrar persónar, ið hava fingið løstir og ein álopsmann, ið helst er skotin. Hansara støða er ókend, sigur ein talsmaður fyri løgregluna, Stefan Gustafsson.
400 næmingar ganga í skúlanum.