Fimm fólk kunnu taka avgerð um landsstýrisfólk

– Men vit ynskja okkum landsstýrisfólk úr lokaløkinum, sigur formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag

 

Tað verður tingmanningin og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, sum ger av, hvør skal manna tómu landsstýrissessirnar hjá flokkinum

Tað eru tingmanning og landsstýrismaður Fólkafloksins, sum ger av hvør skal manna tómu sessirnar hjá Fólkaflokkinum í landsstýrinum

– Vit kunnu siga okkara hugsa, men vit hava ikki beinleiðis ávirkan á, hvør kemur í landsstýrið.

Tað sigur Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag.

Tað er tingmanningin og landsstýrismanningin hjá Fólkaflokkinum, sum ger av, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum. Tað er eisini sama skipan, sum er í flestu flokkum – helst fyri at gera valið lættari.

Seinastu mongu árini hava tingmanningarnar val ímillum tey sum longu eru fólkavald, og so er valið eisini tað lættari.

Hesi eru tey seinastu 10, sum er tilnevnd landsstýrisfólk uttan at vera vald á ting:

 

##med2##

 

Men hjá Fólkaflokkinum er tað ein eyka trupulleiki, at um tey seta tvey úr tingmanningini í landsstýrið, so kemur Annika Olsen aftur á ting – og tað eru tað ikki øll í flokkinum, sum vilja. Tí tað er júst hon, sum er orsøkin til, at tvey landsstýrisfólk løgdu frá sær í eini roynd at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum. Tað eydnaðist tó ikki, tí Heðin Zachariasen, sum nú er eisini vartingmaður hjá flokkinum, bað um farloyvi, so Annika Olsen møtti í hansara stað.

Men formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag er ikki í iva um, at tey eiga at fáa eitt landsstýrisfólk úr teirra øki.

– Eg segði tað longu eftir valið, at Beinir Johannsen, sum er okkara fyrst valdi tingmaður, átti at komið í landsstýrið. Og tað haldi eg framvegis. Eg veit, at tey siga, at hann er ov ungur og grønur, men einaferð skal hann byrja, heldur Símun Gullaksen.

– Men vit eru greið um, at tað útloysir eitt annað stríðsmál, at Annika Olsen so kemur aftur á ting. Og tað er eitt mál, sum má takast upp, hvat flokkurin ger við illoyalitet, heldur formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag. Hann heldur, at trupulleikin við Anniku Olsen má loysast, áðrenn nýtt landsstýrisfólk verður sett.

– Og so má flokkurin út um tingmanningina at leita. Og tá haldi eg, at tey áttu at vent sær til okkara, so vit í lokalfelagnum saman við tingmanningini kundu funnið ein hóskandi persón – og so átti tað at verið ein, sum eisini kann mynda flokkin frameftir, heldur Símun Gullaksen.

Sum skilst hevur tingbólkurin og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum fund um málið seinnapartin í dag.

 

 

Tað verður tingmanningin og landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, sum ger av, hvør skal manna tómu landsstýrissessirnar hjá flokkinum