Fimm flogbóltsdystir um vikuskiftið

Bólkaspælið í steypakappingini í flogbólti heldur fram hetta vikuskiftið. Fýra kvinnudystir og ein mansdystur verða spældir leygardagin og sunnudagin, og so tann seinasti mansdysturin týskvøldið.

 

Leygardagin tørna kvinnurnar hjá TB og Fleyr A saman á Tvøroyri klokkan 14. Sunnudagin eru tað Mjølnir og ÍF í Klaksvík klokkan 13, KÍF og SÍ í Kollafirði klokkan 14 og Fleyr B og Dráttur í Havn klokkan 14 hjá kvinnunum, meðan menninir hjá Mjølnir og Ternuni spæla í Klaksvík klokkan 15.00. Hin dysturin í bólkaspælinum hjá monnum verður í Havnini týskvøldið klokkan 18.30, tá Fleyr A og Fleyr B bresta saman.