Nú gongur ta_ rætta vegin á altjó_a styrkislistanum fyri fótbólt. Javnleikurin á Kypros er ivaleyst høvu_sorsøkin. Undir øllum umstø_um hava Føroyar flutt seg rætta vegin á styrkislistanum, sum FIFA kunngjørdi fyrr í vikuni. Nú ver_a Føroyar mettar at eiga 130. besta landsli_i_ í heiminum. Hetta eru fimm pláss hægri enn fyri einum mána_ sí_ani. Millum londini, sum Føroyar hava lyft seg framum, er Malta. Fyrr í summar vunnu Føroyar vinardyst móti Malta.
Enn restar naka_ í, á_renn Føroyar hava endurvunni_ stø_una á styrkislistanum undan sí_sta ársskifti. Tá vóru Føroyar á 126. plássunum. Ta_ ver_ur eitt stórt tak at lyfta seg so høgt, men ta_ er heilt stutt fram til 129. plássi_.
Á øllum styrkislistunum hevur Montserrat veri_ á 205. og aftasta plássinum. Nú hevur Montserrat lyft seg fram á 201. plássi_. Aftasta plássi_ hevur Guam yvirtiki_.
Ísland í leysum lofti
Ovasti tindurin á styrkislistanum líkist sær sjálvum. Brasil og Frakland ver_a framvegis mett at eiga bestu landsli_ini í heiminum. Argentina er nú nummar tr_. Teir hava lyft sær tvey pláss. Sí_ani eru Spania (-1), Kekkia (+1), Holland (-2), England (+1), Meksiko (-1), Portugal (+9), Italia, USA og Turkaland (-4). Framgongdin hjá Portugal kemst av gó_u úrslitunum hjá teimum í EM endaspælinum í summar. Europameistararnir úr Grikkalandi eru nummar seytjan. Ta_ er trettan pláss hægri enn fyri einum mána_ sí_ani.
Á trettanda plássinum er Danmark fremst av Nor_urlondum. Talan er um somu stø_u hjá Danmark, me_an Svøríki á fimtanda plássinum er flutt f_ra pláss fram. Ta_ er sera merkisvert, at T_skland, sum oftast hevur veri_ millum tey ovastu, nú er nummar sekstan.
Noreg er nummar 35 (+2), Finnland nummar 43 (+2), og Ísland er nú á 90. plássinum. Ta_ hevur hilnast serliga illa hjá Íslandi í landsli_sfótbólti í ár. Me_an grannarnir fyri vestan tvey tey undanfarnu árini stó_u seg so miki_ væl, at ta_ leingi vóru møguleikar fyri, at teir skuldu kvalifisera seg til EM endaspæli_, so hevur ta_ gingi_ av skri_uni í n_ggju HM undankappingini, har Ísland longu hevur mist allar møguleikar. Ta_ sást aftur á styrkislistanum. Í desember í fjør var_ Ísland mett at eiga 58. besta landsli_i_ í heiminum. Nú ver_ur li_i_ mett at vera nummar 90 ella 32 pláss lægri enn fyri ellivu mána_um sí_ani og tvey pláss lægri enn í sí_sta mána_.
Føroyar eru umframt vi_ Fraklandi í HM undankappingarbólki saman vi_ Írlandi, sum er á 15. plássinum, Sveis 45 (-3), Ísrael 55 (+1) og Kypros, sum er nummar 105, og sum er fari_ f_ra pláss eftir hæli_ sí_sta mána_in og átta pláss eftir hæli sí_ani í desember í fjør.