Fimm ferðir Uni

Hóast tað enn er rúm tíð áðrenn íslendska fótbóltskappingin byrjar aftur, so eru fyrireikingarnar væl í gongd longu nú

Tað er meiri enn ein mánaður, inntil tað verður farið undir íslendsku landskappingina í fótbólti. Veðurlagið er fremsta orsøkin til, at fótbóltsárið hjá grannunum fyri vestan er stutt. Fyrsta umfarið verður spælt síðsta vikuskiftið í mai, og so verður ikki helmað í fyrrenn síðst í september, tá síðsta umfarið verður spælt.

At kappingin er so stutt, og at tað verður spælt um summarið, tá tað er steðgur í flestu landskappingunum í Europa, ger, at nógvir av teimum bestu íslendsku spælarunum bjóða seg fram uttanlands um heystið og veturin, og hjá teimum, sum tað eydnast at sannføra um, at teir hava uppiborið at fáa løn fyri síni fótbóltsavrik, kann hetta verða vegurin til feløg á europeiska meginlandinum og í Bretlandi.

Men nú hava teir í Íslandi longu verið í holtur við fyrireikingarnar til komandi kappingarár í nógvar vikur. Vit hava fyrr nevnt, at íslendsku meistararnir og steypavinnararnir úr Vestmannaoyggjunum, ÍBV, koma henda vegin at spæla móti HB hósdagin, og at hetta er ein liður í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.

At sólin smátt um smátt er við at koma hægri á luftina ger eisini, at tað er við at koma lív í aftur á Ólafsfirði, har tað er sera deydligt um vetrarnar.

Páll Guðlaugsson, sum aftur í ár er venjari hjá fótbóltsstoltleikanum á Ólafsfirði, Leiftri, hevur verið har yviri í langa tíð, og nú eru fleiri av útlendsku spælar-unum komnir.

Tað hevur verið greitt síðani í fjør, at Jens Martin Knudsen aftur í ár skuldi spæla við Leiftri, og í síðstu viku varð sáttmálin undirskrivaður, sum tað leingi hevur ljóðað, at Uni Arge skuldi gera við Leiftur.

Báðir teir føroysku spælararnir eru farnir til Íslands, og í vikuskiftinum spældu teir tveir venjingardystir. Leygardagin vunnu teir 6-0 móti Selfossi, og sunnudagin bastu teir FH av Hafnafirði við 2-1. Uni Arge, sum ikki hevði nakra serliga góða byrjan uppá kappingarárið í fjør (hann hevði ikki vant nakað serligt, tá hann kom til Íslands) tykist vera hópin betur fyri í ár, nú hann síðani stutt eftir nýggjár hevur tuskað í Gundadali saman við 1. deildarspælarunum hjá HB. Leygardagin skoraði hann trý mál, og sunnudagin gjørdi hann bæði málini hjá Leiftri.