Illa sperda AB er á veg úr Streymnesi við 6-0 tapi. Tapið ber við sær, at AB framvegis er undir niðurflytingarstrikuni, og tað var merkisvert, at fleiri púra óroyndir menn vóru á AB liðnum, sum er sera meint rakt av skaðum.
At talan gjørdist um sigur við tennisúrslitinum 6-0 komst ikki minst av, at framrættaðu menninir hjá EB/Streymi vóru sera væl upplagdir. Ikki minst Arnbjørn T. Hansen.
Í fjør var Arnbjørn toppskjútti. Hann hevur eisini skorað fleiri fleiri ferðir í ár, men tað hevur ikki hilnast so væl, sum tað gjørdi í fjør.
Í dag hepnaðist tað mesta. Arnbjørn skoraði fimm mál, og tað boðar frá, at toppskjúttin er á veg aftur ímóti toppinum.
EB/Streymur-AB 6-0 (2-0)
1-0: Arnbjørn T. Hansen 14.
2-0: Arnbjørn T. Hansen 37.
3-0: Arnbjørn T. Hansen br 56.
4-0: Arnbjørn T. Hansen 72.
5-0: Hans Pauli Samuelsen 75.
6-0: Arnbjørn T. Hansen 82.
Dómari: Jari Järvinen
EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Langgaard, Sorin Anghel, Egil á Bø (Poul G. Olsen, 68.), Alex dos Santos ? Leif Niclasen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen (Brian Olsen, 59.), Daniel Udsen (Gudmund Nielsen, 74.), Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø
AB: Símun Rógvi Hansen ? Teitur Jóanesarson, Tehe Aristide, Rói Danielsen (Tróndur Sigurðsson, 32.), Yohan Borðoy ? Jónas Stenberg (Sjúrður Ellefsen, 76.), John Hansen, Gunnar Haraldsen, Kenneth Jacobsen, Jákup P. Dam ? Nikolaj Eriksen
Gult kort: Nicolaj Eriksen, Yohan Borðoy, Teitur Jóanesarson, Kenneth Jacobsen
-------
Liðugt
6-0
Arnbjørn Hansen setti punktum við at skora fyri fjórðu ferð í dag!
--------
75 min.
5-0
Nú gongur skjótt í Streymnesi, har kviku heimamenninir spæla AB sundur og saman.
Arnbjørn Hansen økti til 4-0, og so var tað Hans Pauli Samuelsen, ið økti til 5-0.
Framrættaðu Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen og Arnbjørn Hansen eru ógvuliga væl upplagdir.
-------
70 min.
3-0
Heimaliðið hevur framt tvær útskiftingar. Egil á Bø og Pauli G. Hansen eru farnir av vællinum, og í teirra stað eru komnir ávikavíst Poul G. Olsen og Brian Olsen.
---
55 min.
3-0
Arnbjørn Hansen hevur umsett brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Teitur Jóanesarson hevði felt Daniel Udsen, ið sá gult.
Arnbjørn Hansen hevur altso skorað reint hattrikk.
--------
50 min.
2-0
----
Sjúkrabilur er farin úr Streymnesi og suður á Landssjúkrahúsið við Róa Danielsen hjá AB.
AB heimildir vilja vera við, at tað er nøsin, sum er brotin.
-------
Hálvleikur
2-0
------
40 min.
2-0
Heimamenninir eru væl upplagdir, og nú hava teir økt um leiðsluna. Aftur hesa ferð var Arnbjørn T. Hansen málskjútti. Í fyrru atløgu hálvbjargaði Símun Rógvi Hansen, men í aðru atløgu eydnaðist tað Arnbirni at skora.
AB hevur orsaka av skaða tikið Róa Danielsen av vøllinum. Í hansara stað er Tróndur Sigurðsson komin inn í AB álopið. Nikolaj Eriksen er fluttur aftur á miðvøllin, og Gunnar Haraldsen er fluttur av miðvøllinum og í miðverjuna.
---
30 min.
1-0
EB/Streymur hevur misnýtt brotsspark. Símun Rógvi Hansen bjargaði skotinum hjá Daniel Udsen.
------
15 min.
1-0
Heimaliðið hevur lagt seg á odda við máli, sum Arnbjørn T. Hansen hevur skorað, eftir at innlegg var komið innfyri og fleiri høvdu roynt at beint bóltin av vegnum.
EB/Streymur-AB
Dómari: Jari Järvinen
EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Langgaard, Sorin Anghel, Egil á Bø, Alex dos Santos ? Leif Niclasen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn T. Hansen
AB: Símun Rógvi Hansen ? Teitur Jóanesarson, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Yohan Borðoy ? Jónas Stenberg, John Hansen, Gunnar Haraldsen, Kenneth Jacobsen, Jákup P. Dam ? Nikolaj Eriksen