Fimm ferðir 10 ára starvsdag í Articon

Í gjár var hátíðarløta á Hjalla, har fimm av starvsfólkunum hjá ArtiCon vóru heiðraði í samband við teirra 10 ára starvsdag. ArtiCon byrjaði sítt virksemi í 2001.

- Størsta virði í felagnum øll hesi árini hevur verið og eru starvsfólkini, skrivar felagið.

 

Felagið hevur upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum hesi seinasti árini. Í dag telur felagið gott 300 starvsfólk.

 

Tey sum hava havt 10 ára starvsdag í ár eru, frá vinstru, Guðmundur Axel, Kaj Skipanes, Anna Maria Petersen, Rógvi Jacobsen og Hans Sørensen. Kenneth á Argjaboða varð eisini heiðraður, men hann manglar á myndini).