Í samband við Menturnarvikuna í Runavík, fara tær fimm damurnar í listarhandverkssamtakinum ?Fimm feitar flugur?, at hava søluframsýning
í Kvinnufelgashúsinum á Glyvrum. Tær fimm flugurnar eru: Mikkalina Norðberg við Mikkalina-glas, Jórun Dánjalsdóttir, Lív Dam, Erla Matras Jensen og Durita Dam.
Hesar framleiða glaslutir, taskur, húgvir, teppi, pútir, myndir,gávu- og príðislutir, smúkkur og nógv, nógv annað úr so ymiskum tilfari sum, ull og spreki, bein og glasi, grót og toyi, perlum og løriti.
Framsýningin er opin fríggjadagin 29. okt kl. 15-21, og leygardagin 30. okt. kl. 11-18.
Kaffisøla verður í húsinum meðan framsýningin er.