Fimm feitar flugur á Facebook

Tað er langt frá landapláguni hjá Niels Midjord til tær Fimm feitu flugurnar, ið nú bjóða seg fram.

 

Hugnaliga kórkvintettin við Ára Berghamar Danielsen, Dániali Gomez, Rasmusi Vigant Samuelsen, Hanus á Tjaldrafløtti og Eyði Højsted Horsdal, bjóðar seg fram á sínari nýggju Facebook síðu, og hava m.a. upptikið eina lítla video smaksroynd uppá teirra tulking av Beatles lagnum Eleanor Rigby, ið eisini sæst omanfyri.  Hetta er sera fjart frá ráu og ópoleraðu røddini hjá Niels Midjord, ið var tann fyrsti, ið gav føroyingum fimm feitar flugur.

 

Fimm Feitar Flugur er ein spennandi kórkvintett við fimm frískum unglingum, ið bæði duga at syngja, spæla og undirhalda, sigur kvintettin, ið m.a. annað hevur All In sangaran Dánjal Gomez í sínum flokki.