Fimm feigdarsøgur úr Leirvík

Tíðarskeiðið 1874 til 1883 var sera skelkandi fyri íbúgvararnar í Leirvík. Ikki færri enn fimm syndarligar vanlukkur raktu bygdina hesi árini.

Talan var um fýra sjólát, umframt at tvær ungar gentur hvurvu á gátuføran hátt á veg úr Leirvík til Eiðis.

- Hesi tilburðir hava livað á manna munni til henda dag, og hetta hevur í stóran mun myndað nútíðar tilvitskuna um sorgarleikirnar, sigur Steffen Stumman Hansen, sum í farnu viku gav út bókina um hetta áhugaverda evnið.

Hann hevur granskað og kannað hesi málini, og hevur samanborið tær skrivligu keldurnar við tær munnligu søgufrásagnirnar um hesar hendingar.

Bókin ”Eitt feigdaráratíggju í Leirvíkar søgu 1874-1883” lýsir og greinar tær keldur, ið kunnu vera til hjálpar at varpa ljós á hendingarnar.

- Á henda hátt kunnu vit betur skilja hvørjar fylgjur ið hesar vanlukkur høvdu, bæði persónliga, men eisini fyri tað lítla bygdarsamfelagið, skrivar Steffen Stumman Hansen í fororðinum til spennandi bókina.

Tað er forlagið Føroya Søga, ið gevur út.