Fimm farnir hetta seinasta árið

Minningarhald teirra sjólátnu verða kring alt landið í dag, Allahalgannadag.

Eitt teirra verður við minnisvarðan í Gamla Kirkjugarði í Klaksvík klokkan 15.

Skráin fyri dagin byrjar við at Jógvan Skorheim, ið er formaður í mentanarnevndini bjóðar vælkomin. Síðani fer sangkórið í KFUM& K at syngja ein sang, áðrenn fjøldin syngur sangin Ver tú mær hjá.

Í ár verður tað Rógvi Joensen sum flytir fram røðu.

Aftaná røðuna verða kransar lagdir við minnisvarðan í Klaksvík.

Tað verða fimm kransar íalt:

Fyri Klaksvíkar Býráð Gunvá við Keldu, borgarstjóri

Fyri Løgtingið Johan Dahl, landsstýrismaður

Fyri Klaksvíkar Útróðrarfelag Jógvan Páll Steinberg, formaður

Fyri Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Jóhan Andrias Reyðberg, næstformaður, og

fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Jastrid W. Niclasen, forkvinna.

Aftaná syngur sangkórið aftur, og áðrenn formaðurin í mentanarnevndini endar tiltakið verður felagssangurin Allan vegin Hann meg leiðir sungin.

At vera sjólátin verður tulkað sum, at fólkini annaðhvørt er druknað ella deyð í vinnu á sjónum.

Hetta seinasta árið eru fimm mans sjólætnir:

Teir eru, sambært upplýsingum frá Bispaskrivstovuni, hesir:

Levi Christiansen, Tórshavn, doyði undir útmynstring umborð á “Stril-Mariner” 18. januar 2011, 63 ára gamal.

Jógvan Magnus Gøthe, Norðragøta, doyði umborð á norska nótabátinum Rødholmen 18.mai, 65 ára gamal.

Sigmund Kári Hentze, Eiði, druknaði í Hestsfirði 22. mai 2011, 29 ára gamal.

Teodor Olsen, Eiði, druknaði í Hestsfirði 22. mai 2011, 32 ára gamal.

Rógvi Jacobsen, Tórshavn, funnin sunnanfyri Bósdalafoss 24. juni 2011, 33 ára gamal.